140x140

Kemisk evni og tú

Kemisk evni eru í nógvum vørum, sum vit dagliga brúka – tey allarflestu eru púra vandaleys. Men nøkur kemisk evni kunnu skaða heilsu og umhvørvi. Fleiri av teimum kenna vit væl, men nógv eru nýggj. Tí er neyðugt við kunning.

Umhvørvisstovan hevur á hesi evnissíðu savnað saman upplýsingar um gerandisvørur, sum innihalda dálkandi ella heilsuskaðilig evni.

Tú kanst leita fram upplýsingar, og fáa góð ráð um fartelefonir, klæði, týningarevni og aðrar vørur. Tú fært eisini meira at vita um bisfenol A, ftalat, paraben og mong onnur skaðilig og dálkandi evni, og í hvønn mun nøkur av hesum evnum eru at finna í føroyska umhvørvinum.

Vit eiga øll at gera okkara til at minka um nýtsluna av vørum, sum innihalda heilsuskaðilig og dálkandi kemisk evni – væl at merkja, tá hetta ber til, og aðrir valmøguleikar eru.

Hevur tú viðmerkingar ella ynski til evnissíðuna Kemisk evni og tú, er tú vælkomin at senda okkum nøkur orð á us@us.fo

Kemisk evni og tú